Tingfundur er settur at vera klokkan 16.30, og tá verður álitið um fíggjarlóg lagt fram Klokkan 10 fyrrapartin varð fundur settur í fíggjarnevndini. Nevndin er nú í holtur við at leggja seinastu hond á fíggjarlógarálitið. Tað verður lagt fram á tingfundinum, sum er settur at vera klokkan 16.30.
Lítið hevur verið at hoyrt um arbeiðið í fíggjarnevndini. Greitt er kortini at broytingar verða gjørdar sammett við uppskotið, sum upprunaliga varð lagt fram.
Tá var talan um framskrivað tøl uttan politiska viðgerð. Spenta politiska støðan var orsøk til ta støðuna.
Væl vitandi keldur í politiska umhvørvinum vilja vera við, at tað í nógvum førum verður ein samd fíggjarnevnd, sum fer at leggja álitið fram. Í viðgerðini eru rakstrarkonti minkaðar við upp móti hundrað milliónum krónum. Í staðin eru íløgukontirnar øktar við upp móti eins stórari upphædd.
Sagt verður at fíggjarnevndin mælir til íløgur kring alt landið. Hetta verður mett at vera skilagott, nú stígur er komin í búskapin, og arbeiðsloysi hóttir.










