At flyta miðbýin oman í Vágsbotn, er, sambært kunningarleiðaranum hjá Tórshavnar kommunu, hugsjónin handan stort arbeiðið, ið kommunan nú er farin undir í Vágsbotni. Tórshavnar kommuna er farin undir umfatandi arbeiði í Vágsbotni. Sølubásar við el, rennandi vatni og undir taki skulu gerast til fiskasøluna, soleiðis, at henda lýkur tær treytir, ið heilsumyndugleikarnir krevja fyri tílíka sølu. Tað er arbeiðið við at gera hesar básar, ið kommunan nú er farin undir, sigur kunningarleiðarin hjá Tórshavnar kommunu, Edvardi í Skorðini Joensen við Sosialin í kvøld. Fyribils er talan um átta básar, sum eftir ætlan skulu standa lidnir um fimm mánaðir. Næsta stig verður, at gera uppaftur fleiri sølubásar, ið verða við liðuna á hesum fyrstu og út ímóti Skinnaraskerði. Triðja byggistigið verður á torginum kring standmyndina av Nólsoyar Pálli. Her skulu básar gerast til aðra sølu enn matvøru. Stutt sagt er hugsjónin handan arbeiðið, at Miðbýurin skal flytast oman í Vágsbotn, sigur kunningarleiðarin, ið tó vísir á, at fyribils er bert fyrsta stigið tíðarfest