Í hesum tíðum, tá nógvir pílar peika niðureftir eru nógv hugskot frammi um rationaliseringar hjá tí almenna. Eitt av hugskotunum er at skipa øll skipini hjá tí almenna í eitt stórt reiðarí. Hetta nevndi Dánjal Andreasen, fráfarandi Strandferðslustjóri, til móttøku á Tvøroyri fríggjadagin. Fiskivinnumálaráðið arbeiðir longu við hugskotinum.
Hugskotið ber í sær, at Brimil, Tjaldrið og Magnus Heinason fara undir takið hjá Stranferðsluni í Suðuroy. Hetta skal geva sparingar í umsiting og avsláttur í innkeypi.
- Hetta er eitt fínt hugskot, og eg dugi ikki at síggja nakran vansa við tí, sigur Jacob Vestergaard. Hann vísir á, at hetta gevur nógvar fyrimunir, tá talan er um innkeyp av provianti og eisini verður lættari at flyta manning millum skipini. Hann leggur somuleiðis dent á, at hetta skal gerast í samráð við allar avvarðandi partar.
Ein partur, sum ikki vil spæla við hetta hugskot er Vaktar- og Bjargingartænastan.
- Hatta er fratetandi ørt, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni. Hann heldur tað vera burtur úr vón og viti at gera tílíkar ætlanir, tí tær kunnu sambært honum geva álvarsamar fylgir og ongar fyrimunir.
- Vit hava altíð lagt stóran dent á at viðlíkahalda skipini hjá okkum væl, so tey eru før fyri at røkja sína uppgávu til lítar. Hetta kann mann ikki rokna við, um tað verður ein annar stovnur, ið skal taka sær av viðlíkahaldinum.
- Alt annað líka, fara teir at prioritera síni egnu skip, sigur Elmar Højgaard, sum er sera ivasamur at avreiða skipini til Strandferðsluna.
Hetta vil Jacob Vestergaard ikki viðmerkja, tí hann ikki vil diskutera við stovnsleiðslur í miðlunum, men hann metir, at greiðar avtalur eru eitt krav, um slíkt skal fremjast í verki, ein tílík ætlan skal ikki gera tænastuna verri.
Lætt at gera
Jacob Vestergaard, sum í síni tíð flutti Strandferðsluna til Suðuroyar, heldur ikki, at nakar vansi er við at flyta raksturin av skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Fiskirannsóknarstovuni til Tvøroyrar, tí um hetta sparir pening, so er tað eitt gott hugskot.
- Tað er ikki nakar veruligur trupulleiki at gera hetta, men vit mugu sjálvandi gera forarbeiðið ordiligt. Bæði millum stovnarnar og ráðini, sigur landsstýrismaðurin. Hann metir hetta vera týdningarmikið, um mann ikki skal minka um tænastustøðið.
Aftur her, er Vaktar- og Bjargingartænastan ivingarsom.
- Tað verða ongar sparingar. Vit hava tey fólkini vit hava, Fiskirannsóknarstovan hevur síni og Strandferðslan hevur síni. Eg dugi ikki at síggja, hvar mann skal spara fólk í umsitingini.
- Eg dugi heldur ikki at síggja, at keyp av útgerð skal gera nakran mun, tí alt mekaniskt er øðrvísi, og útgerðin hjá okkum og hinum er als ikki tann sama, sigur Elmar Højgaard.
Lítið reiðarí
Elmar Højgaard dugir heldur ikki at síggja nakran fyrimun við vanligum innkeypi.
- Tað hevði verið eitt lítið reiðarí óansæð, hvat teir funnu uppá. Men tað kundi borið til at samstarva um olju og proviant, á sama hátt, sum vit longu gera við Fiskirannsóknarstovuna í dag, sigur Elmar Højgaard.
Til hetta sigur Jacob Vestergaard, at alt hugskotið er nakað, sum skal viðgerast væl og virðiliga, áðrenn nakað verður gjørt.
Gamalt hugskot
Stjórin á Vaktar- og Bjargingartænastuni vísir á, at hetta er eitt hugskot, sum hevur verið frammi fleiri ferðir fyrr, men at teir altíð hava funnið útav, at tað ikki fór at loysa seg.
- Hetta er ein lítil fuglur sum er komin, sum nokk eisini skal fara avstað aftur. Tað hevur verið tosað í krókunum um hetta ofta, men tað er tíbetur dottið á gólvi, tá tað er komið til stykkis, sigur Elmar Højgaard.
Landsstýrismaðurin er ikki heilt samdur.
- Hetta er ikki nakað, vit hava hugsað so nógv um fyrr, men tað er avgjørt eitt gott hugskot, sum vit fara at arbeiða víðari við. Vit hava tosað leysliga um hetta í eina tíð, men hetta er ikki nakað sum verður gjørt uttan eitt gott fyrireikingararbeiði, sigur Jacob Vestergaard.
Verður hetta hugskot framt í verki, so hugsar Jacob Vestergaard, at gongda leiðin er at koyra alt til Suðuroyar, fyri at leggja alt undir hattin hjá Strandferðsluni. Hetta hevur við sær, at Vinnumálaráðið, sum varðar av Strandferðsluni, fær ábyrgdina av hinum skipunum, ið øll hoyra undir Fiskivinnumálaráðið.









