Flyta leivdirnar av Franco

Spanska stjórnin hevur avgjørt at flyta leivdirnar av spanska einaræðisharranum

Leivdirnar av spanska einaræðisharranum Francisco Franco verður nú fluttar frá dalinum Valle de los Caídos til spanska høvuðsstaðin Madrid, har kona hansara er grivin í gravhúsinum hjá familjuni. Tað skrivar enska blaðið the Guardian.

Síðan 1975 hava leivdirnar av einaræðisharranum ligið í einum minnisvarða í einari kirkju, ið liggur 64 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin, men seinni árini hava alsamt fleiri mett, at tað er skeivt, at vísa einaræðisharranum slíkan heiður, og hava ynskt leivdirnar fluttar.

Tað hevur eisini verið eitt mál hjá vinstravendu stjórnini í Spania at flyta leivdirnar, men mátti málið góðkennast av Hægsta rætti áðrenn tað kundi fremjast, aftaná at familjan hjá Franco kærdi avgerðina hjá stjórnini.

Sambært the Guardian hevur Valle de los Caídos verið stongt fyri almenninginum síðan 12. oktober og eru maskirnurnar, ið skulu grava leivdirnar upp og flyta tær til Madrid, longu á staðnum.

Sambært spanska forsætisráðharranum Pedra Sánchez byrjar arbeiðið at flyta Franco hósdagin klokkan hálvgum ellivu spanska tíð.

Fransisco Franco sat sum einaræðisharri í Spania frá 1939 til hann doyði í 1975, og tá hann doyði varð hann jarðaður í Valle de los Caídos, sum er eitt ovurstórt gravhús og minnismerki til teirra, ið lótu lív undir spanska borgarakrígnum í 1930'num. Valle de los Caídos varð bygt av politiskum fangum, og verður fyri mong sæð sum ein fagnaður av fasismuni, ið valdaði í Spania í yvir 40 ár.