Flyta klokkuna í nátt

Nú fyrst kavin var í fyrrakvøldið, vórðu vit mint á, at veturin er í hondum. Í nátt flyta vit frá summartíð til vetrartíð

Tey, ið feira føroyameistaraheiti ella lokið kappingarár í fótbólti, kunnu saktans halda leingi á í nátt, tí tey vinna ein heilan tíma. Tað vil siga, at vit kunnu sova ein tíma longri í morginári.

Alment byrjar vetrartíðin klokkan trý í nátt, tá vit kunnu flyta klokkuna ein tíma aftur, so hon verður tvey. Tá ið vetrartíðin tekur við, verður skjótari ljóst um morgunin og skjótari myrkt um kvøldið.

Tað er eftir reglum hjá ES-nevndini, at flutt verður frá summartíð til vetrartíð síðsta sunnudagin í oktober, og aftur flyta frá vetrartíð til summartíð síðsta sunnudagin í mars.

Í Føroyum gera vit sum í ES-londunum, og hóast fleiri ES-lond hava hug at sleppa flytingini av klokkuni tvær ferðir um árið, er eingin broyting hend ella samtykt enn. Heldur ikki í Føroyum.