Flyta inn til várs

Gamla politistøðin í Klaksvík, sum skal nýtast til granskingardepil, verður nú umvæld fyri hálva millión. Ætlanin er, at klárt skal vera at flyta inn til várs

Klaksvíkar Kommuna hevur keypt gomlu løgreglustøðina í Klaksvík fyri 451.000 krónur. Húsið verður nú umvælt fyri hálva millión krónur, og ætlanin er, at nógv umtalaði granskingardepilin í Klaksvík skal flyta inn einaferð til várs.

Tað er byggifelagið Kanjon, ið stendur fyri arbeiðinum at gera gomlu løgreglustøðina til ein vakran og tíðarhóskandi bygning, ið kann hýsa einum granskingardepli.


Spennandi ætlan

Jógvan við Keldu, Býráðsformaður í Klaksvík, sigur seg meta ætlanina við granskingardeplinum sum eina ógvuliga spennandi ætlan, og tí vil kommunan stuðla ætlanini so nógv, sum hon kann.

Tó er Jógvan við Keldu eitt sindur argur um, at hvørja ferð nakað alment skal leggjast í Klaksvík, má kommunan leggja penig út, fyri at ætlanin yvirhøvur skal koma í lag. Hann vísir í hesum sambandi á, at kommunan mátti út við 600.000 krónum til trygdarmiðstøðina.

? Skal nakað alment leggjast í Havn, so rindar landið allan kostnaðin. Hetta er ógvuliga órímiligt, men tað skulu vit nokk fáa broytt.


Dýrari enn ætlað

Klaksvíkar Kommuna hevði ætlað at keypt gomlu løgreglustøðina fyri einar 200.000 krónur. Men prísurin gjørdist tvær ferðir so høgur. Hetta komst av, at onnur eisini vóru áhugað í at keypa húsini. Men kommunan vildi ogna sær húsini, og tí vórðu tey keypt fyri 451.000 krónur, hóast tey eru í sera vánaligum standi.

? Prísurin var høgur fyri bygningin, men talan er í ávísan mun um ein søguligan bygning. Hann hevur nevniliga hýst posthúsinum í býnum, løgreglustøðini, og nú fer hann at hýsa einum granskingardepli. Harafturat verður talan um ein ógvuliga vakran bygning, tá hann er gjørdur í stand, so eg haldi, at talan er um eitt skilagott keyp hóast høga prísin, vísir býráðsformaðurin í Klaksvík á.

Ætlanin er at umvæla gomlu løgreglustøðina leypandi gjøgnum fleiri ár fyri umleið hálva aðru millión.