Miðvágur: Í løtuni verður arbeitt við at inniloka dagstovnin.
Fyri hesum arbeiði stendur byggifyritøkan KBH, sum skal gera arbeiðið fyri slakar fýra mió krónur.
Arbeiðið at inniloka snotuliga barnagarðin byrjaði í november í fjør, og skal verða liðugt um ein góðan mánað.
Upplýst verður, at tá innilokingin er liðug stendur bygningurin í 13 mió krónum. Samlaði kostnaðurin, saman við innbúgvinum er mettur til einar 25 mió krónur.
Pláss verður fyri 150 børnum, sum seinni í ár ætlandi sleppa í henda nýggja barnagarðin.
4000 krónur
Kommunan hevur annars í fleiri ár nøktað tørvin á barnaansing:
Í Miðvági eru børn yngri enn trý ár í dagrøkt; tey millum 3 og 5 eru í barnagarðinum í Gamla skúla, meðan tey 6 ára gomlu verða ansað í Heiðastovu. Frítíðaransingin heldur til á Gjónni.
Barnaansingin í Sandavági er í dag skipað soleiðis, at børn yngri enn 5 ár verða ansað í Sóljugarði, meðan tey 6 ára gomlu verða ansað í Sóljustovuni. Frítíðaransingin heldur til í frítíðar- og ungdómshúsinum á Loftinum.
At enda verða nevnt, at í 2008 kostaði ansingin 8,5 mió í Miðvági og 8,2 mió krónur í Sandavági.
Í fjør kostaði barnaansingin 17,8 mió krónur, umframt tað at kommunan rindaði 2,3 mió til barnaverndartænastuna og 500.000 krónur til ungdómshúsið Loftið.
At enda kann verða nevnt, at barnafrádrátturin í Vága kommunu er 4000 krónur fyri hvørt barnið.