Flyta ikki úr Havnini enn

Tosað hevur verið um at flyta vestur í Vágar, men tað verður í hvussu so er ikki enn

Tað verður ikki enn, at Veðurstovan flytur úr Havnini. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar í Løgtinginum.

 

Tá ið Veðurstova Føroya varð sett á stovn, tók kjak seg upp beinanvegin um, hvar hon skuldi vera. Onkur vildi hava, at hon skuldi vera í Klaksvík, onkur helt, at tað var best, at hon var á flogvøllinum í Vágum, og onkur helt enntá, at tað var sjálvsagt at leggja hana í Sandoynni.

 

Úrslitið var, at Veðurstovan er løgd undir Vørn í Havn. Men tað er eisini gjørt greitt, at hetta er bara fyribils, og at endalig støðan skal takast til, hvar hon skal vera.

 

Men tað er greitt, at tað verður ikki enn, at tann støðan verður tikin. Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at sum nú er, er tað danska veðurstovan, DMI, sum hevur vaktirnar seinnapartar, umframt feriudagar, halgidagar og vikuskiftir.

 

Tað var tí at eitt starvsfólk á Veðurstovuni fór í barnsburðarfarloyvi í fjør, men í ár er ætlanin, at Veðurstovan eisini skal taka vaktirnar seinnapartar aftur. Herumframt er endamálið eisini at yvirtaka ein stóran part av feriuvaktunum, og vikuskiftisvaktum frá DMI, so langt sum játtanin røkkur.

 

Í løtuni heldur Veðurstova Føroya til í hølunum hjá gomlu Veðurstøðini á Hoyvíksvegnum. Húsini eru góð til endamálið og har eru góðar umstøður og góð tøkni til arbeiðið, sum Veðurstovan skal gera.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at nú verður dentur lagdur á at menna veðurtænastuna, soleiðis at málsøkið fult og heilt verður rikið av Veðurstovu Føroya.

 

Og tá ið hetta menningararbeiðið er komið longri fram á leið, verður støða tikin til, hvar í landinum, hon skal vera. Dennis Holm hevur áður boðað løgtinginum frá, at ætlanin er ikki at veðurstovan skal verða verandi í Havn.

 

Sjálvur er hann av bygd og hann sær eitt endamál í at hava virksemi kring landið - tí tað er siglandi, og koyrandi báðar vegir, segði hann fyri Løgtinginum herfyri.