Sætið hjá Norðoya Kunningarstovu verður í framtíðini í søguliga handilsbygninginum á Biskupsstøð.
- Av tí, at vit eru uttan hølir í løtuni og flytingin heim á Biskopstøð er farin í gongd, er Norðoya Kunningarstova stongd, til lýst verður at latið verður uppaftur í nýggjum hølum.
Soleiðis ljóða boðini frá kunningarstovuni, sum í løtuni hevur úr at gera við at flyta heim í hølini, sum tey leingi hava ynskt sær. Í brátt farna ári tók Klaksvíkar kommuna avgerð um at høvuðsumvæla partar av bygninginum á Biskupsstøð.
- Seinastu árini hevur Norðoya Heimavirki hildið til í bygninginum, men nú umvælingararbeiðið er framt, er tað møguligt hjá bæði Norðoya Heimavirki og Norðoya Kunningarstovu at húsast í hesum søguliga bygningi, ið má sigast at hóska væl til hesar báðar fyritøkur eisini tí, at bygningurin er mitt í býnum og tætt við farstøðina.
Tað sigur Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu.
Maiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, upplýsir, at hóast tey í løtuni hava stongt, ber tó til at ringja á Kunningarstovuna millum klokkan 11-13, og tey svara eisini teldupostum, ið verða sendir teimum á info@klaksvik.fo.
Myndina av Maiken Steinberg eigur Norðlýsið.









