Flyta hús úr Føroyingahavnini til legupláss

Nú um dagarnar fóru fleiri fólk frá Brøðrasamkomuni til Grønlands. Ørindini vórðu at hampa um og umvæla leguplássið í Naalersitaq nærhendis Nuuk.

Hetta er eitt slag av Zarepta fyri grønlendsk børn og ung, sum føroyska Brøðrasamkoman stendur fyri. Á hvørjum sumri fara fólk frá samkomuni til Grønlands at geva leguni eina bøtandi hond. Men hesaferð varð ferðin eitt sindur serstøk. Uppgávan var nevniliga at flyta ein av bygningunum, sum hevur staðið í Føroyingahavnini til leguplássið. So partur av tí, sum varð føroyska hjartað í Grønlandi á sinni, verður nú endurbrúkt á leguni hjá Brøðrasamkomuni. Birgir Høgnesen frá Miðlahúsinum tók myndina av nøkrum av fólkunum, sum fóru til Grønlands umvegis Ísland herfyri. Ferðalagið taldi 10 fólk 8 menn og 2 kvinnur, sum skulu sigla úr Nuuk inn til staðið Naalersitaq. Á myndini eru: Jógvan Johannesen, Pauli Heinesen, Súsanna Heinesen, Ernst Vágsgarð, Arni

Olsen og Maller Jacobsen. À myndini vænta

Gustav Samuelsen, Alvilda Samuelsen, Tormóður Mouritsen og Símun T.Hansen.