Flyta grót úr Suðuroy til Kollafjarðar

- Vit flyta Suðuroynna norður eftir, sigur skemtingarsamur skipari.

- Vit flyta Suðuroynna norðureftir. Orðini eigur skemtingarsami skiparin á Havfrakt, Jonhard Gleðisheygg, sum Føroyska Sjómansmissiónin hevur skift orð við.

 

Í fýra dagar hevur Havfrakt, har Jonhard Gleðisheygg er skipari, siglt millum Porkeri og Kollafjørð við gróti úr Porkeri. Grótið, sum bæði er hart og gott, verður knúst og brúkt til asfaltering.

 

- Jú, tað er gróthørð sigling at flyta Suðuroynna norður eftir, sigur Jonhard Gleðisheygg og flennir so hart, at tað næstan hoyrist um alt skipið.

 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun, og her vóru stundir bæði til prát, drekka, bíbliuorð og bøn.

 

Tá vitjanin nærkaðist endanum, bjóðaði kokkurin til døgurða, og tað vóru so mikið nógvir hønsnarungar í ovninum, at sjómanstrúboðarin varð bjóðaður at eta saman við manningini.

 

Seks mans eru við Havfrakt, og teir eru umborð í seks vikur og so heima í seks vikur. Havfrakt, sum Frakt & Sand í Runavík eigur, er nú á Fuglafirði, har teir skulu lasta fóður til Íslands.