Flyta flag úr Gundadali út á golfvøllin á Glyvursnesi

GOLF Tað kemur væl við hjá golfspælarum í Havn, at graslíki nú skal leggjast á Tórsvøll

Nú graslíki skal leggjast á Tórsvøll, kemur tað væl við hjá golfspælarunum í Havn.
Í hesum sambandi skal flagið, sum er á Tórsvølli, takast av, men tað fer ikki fyri skeytið.
Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið, at flagið skal flytast út á Glyvursnes, har tað skal leggjast á golfvøllin.
Tað fer at kosta 400.000 krónur at fáa flagið út á Glyvursnes og tað upphæddina hevur Tórshavnar Býráð samtykt at játta.
Hinvegin verður flagið lagt á við sjálvbodnum arbeiði.
Upplýst varð á býráðsfundinum, at ætlanin er at leggja flagið í tvær langar álir, onnur upp á 250 til 300 metrar og hin upp á einar 80 metrar.
Býráðslimir eru samdir um, at nú er stundin komin at taka eitt veruligt tak fyri golf- ítróttin í Havnini.
Hetta er ikki minst við atliti at royndunum at fáa oyggjaleikirnar til Føroya um nøkur ár.
Men býráðslimir staðfestu eisini, at golf er tann itrótturin í heiminum, sum veksur skjótast og at eitt og hvørt framkomið land við virðing fyri sær sjálvum eigur at hava ein golfvøll.