Flyta fóður við tyrlu

Í Bretlandi hava myndugleikarnir sett tyrlur hjá flogvápninum RAF at flúgva við fóðuri til bóndagarðar, sum eru avbyrgdir av tí óvanliga nógva kavanum, sum er komin niður í pørtum av Bretlandi teir sinastu dagarnar.

Í dag var ein hernaðartyrla hjá RAF og slepti hoyballum niður til bóndagarðar í Norðurírlandi, har garðar við næstan 10.000 djórum eru avbyrgdir.

Tað ger ikki støðuna betur, at lembingin er byrjað, og bóndin Gareth Wyn Jones sigur við fjølmiðlarnar, at hann hevur funnið tey fyrstu lombini, sum vóru deyð í kulda. Hann leggur afturat, at ærnar eru illa fyri aftan á ein harðan vetur.

Í Skotlandi hava 2.700 húski ikki havt streym síðani mánadagin, og elfeløgini siga, at skaðin á elveitingina er tann størsti í 30 ár.

Bretska veðurstovan sigur, at mars hevur verið tann kaldasti síðani 1962 og tann fjórðkaldasti síðani 1910, tá mátingarnar byrjaðu.