Flyta í annan skúla

Fría skúlavalið í Sunda kommuna hevur longu havt við sær, at seks næmingar eru fluttir úr Hósvíkar skúla í Norðskála-Oyrar skúla

Fyri summarsteðgin samtykti býráði í Sunda kommunu at frítt skúlaval skuldi verða í kommununi frá hesum skúlaárinum at rokna.
Tað kom av, at foreldur onkuntíð hava spurt, um tey kundu lata børnini ganga í einum øðrum skúla enn í heimbygdini.
Seks børn í Hósvík eru nú flutt til Norðskála-Oyrar skúla. Tann skúlin er ov lítil, men tað man fara at ganga, sigur skúlaleiðarin Nomi Jacobsen.
Arbeitt verður við eini ætlan um at útbyggja skúlan, tí bygdirnar vaksa.

Ein annar møguleiki
Sofus D. Johannesen, formaður í mentanarnevndini sigur, at avgerðin um frítt skúlaval eisini varð tikin fyri at geva foreldrum í smæstu bygunum møguleikan at flyta børnini til ein størri skúla. Kommunan kann ikki niðurleggja skúlar uttan við fólkaatkvøðu, men velja foreldrini at flyta børnini til størri skúla, er tað ein annar máti enn at niðurleggja skúlar.
So leingi sum børn eru í einum skúla, verður skúlin ikki niðurlagdur.
Kommunan hevur tryggjað sær, at hon ikki fær eyka útreiðslur av fría skúlavalinum, tí skulu børnini koyrast úr einari bygd í aðra, mugu foreldrini sjálv syrgja fyri flutninginum.