Á Fútakletti:Gongd er nú av álvara komin á fyrireikingarnar til vegagerðina í samband við fasta sambandið undir Vestmannasund. Gravismaskinur og onnur amboð skuldu flytast á Fútaklett seinnapartin týsdagin.
Eyðfinn Lenvig, byggifrøðingur hjá byggifelagnum J&K Petersen, sigur, at fyrireikingarnar ganga eftir ætlan. Boriflakin við amboðunum, sum brúkast skulu í samband við vegagerðina á Vágalandinum, skuldi beint eftir middag týsdagin fara av Gomlurætt.
Gravimaskina og annað, sum brúkast skal, verður sett á land har, vegurin frá sjálvum tunnlinum skal byrja. Onkur skúrur er fluttur vestur og stendur nú við landsvegin millum Oyrargjógv og Sandavág, haðani arbeitt eisini fer at verða oman móti tunnilsmunnanum.
Tað er soleiðis, at teir ætla at arbeiða frá báðum endum og so brúka tilfarið, sum sprongt verður, til ífyllu undir vegnum.
Sett verður á at grava oman av, beinanveg komið er vestur við gravimaskinuni. Kannað verður eftir, hvussu djúpt, er og annað slíkt fyrireikingararbeiði verður so gjørt hesa vikuna, sigur Eyðginn Lenvig.
Síðan verður borivognurin settur upp, og væntandi verður klárt at fara undir boring og spreinging fyrst í næstu viku.
Byggifelagið J&K Petersen hevur sjálvt maskinur og fólk at passa maskinurnar. Men vanligt er, sigur Eyðfinn Lenvig, at tey royna at brúka so nógva lokala arbeiðsmegi sum gjørligt, har tey arbeiða.
Hvussu verður við til dømis lastbilum í Vágum, dugir hann ikki at siga enn, tí tað verður ikki so aktuelt beinanveg. Sjálvt vegarbeiðið verður ikki meira umfatandi enn so, at teir bilar og gravismaskinur, felagið sjálvt hevur, helst fara at klára tann allarfyrsta tørvin. Men tá sprongt verður og tilfarið skal koyrast burtur, verður kanska ein onnur støða, sigur Eyðfinn Lenvig.