Flyta aling út á fjørðin

- Tá nógvur heilivágur verður brúktur, viðførir tað, at laksalúsin gerst mótstøðufør móti heilivágnum. Longur úti er útskiftingin av sjónum nógv størri - og tá trívast lýsnar ikki so væl, sigur Atli Gregersen

ALING

Í eina tíð hava nakrir aliringar ligið ímillum Múlan og Tindhólm, uttarlaga á Sørvágsfirði. Nú teir eru royndir í eina tíð, hevur alifyritøkan Hiddenfjord í Sørvági tikið avgerð um at flyta alla alingina á Sørvágsfirði út um Múlan.
Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, sigur við heimasíðuna hjá Jóanisi Nielsen, at hetta verður gjørt fyri at sleppa av við lúsatrupulleikarnar.
- Ikki tí. Trupulleikarnir longur inni á Sørvágsfirði eru ikki so stórir, men tá nógvur heilivágur verður brúktur, viðførir tað, at lúsin gerst mótstøðufør móti heilivágnum. Longur úti er útskiftingin av sjónum nógv størri - og tá trívast lýsnar ikki so væl, sigur hann.