Tá ið VÍF og VB kvinnurnar vóru tilreiðar at spæla dyst í Vági sunnudagin, gjørdist greitt, at eingir dómarar vóru møttir.
Stórur spenningur var annars í Vági, tí kvinnurnar úr VÍF elta Kyndil í stríðnum um at vinna seg í FM-finaluna, og útidysturin móti VB var ein lykladystur í hesum stríðnum.
Tá ið komið varð nærri dystarbyrjan, gjørdist greitt, at dysturin ikki kundi spælast.
Ein misskiljing hevði við sær, at eingir dómarar vóru settir til dystin, eftir at upprunaligu dómararnir góvu avboð fyri 10 døgum síðani.
Hartvig Joensen, formaður í dómaranevndini hjá Hondbóltssambandinum, var gestur í tíðundunum á Rás 2 á miðdegi, og har greiddi hann frá, at ein møgulig loysn, er at feløgini sjálvi fáa ábyrgd av at ringja til dómaran 24 tímar undan dysti, og eftirkanna, um alt er klárt til dystin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Hartvig Joensen.