Flyt tjóðleikhúsið í Hoydalar

Tað er ikki dagur at bossurin í Tórshavn ikki hevur fráboðan um hvussu framúr skilagóður hann er í øllum teim átøkum hann leggur til brots við. Nú hevur hann saman við einum húsavørði verið runt í gamla HF- og Studentaskúlan í Hoydølum, og kannað allan bygningin sum hann er. Og niðurstøðan er greið, at bygningurin er verri enn so í so ringum standi, sum sagt hevur verið. Tvørturímóti er hann í so góðum standi, at tað hevði borið til at flutt innar alt fyri eitt. Sambært in.fo eru sjónarmið borgarstjórans at bygningurin er heilur og turrur og gamaní krevur hann nakað av ábótum, men tað snýr seg ikki um milliónaupphæddir, sum nógv hava fryktað fyri.

Perlu-hugskot 

Rossa-býtishandilin millum Mentamálaráðið og Tórshavnar Býrað um Venjngarskúlan mótvegis ogninar hjá Landsstýrinum í Hoydølum, bæði Studentaskúlan og barakkirnar, hevur havt við sær at perlu-hugskot hanga sum blæður á turkisnóri frá hátt virdum býráðslimum. Hugskotið til íbúðarbygging, eldrabústaðir og / ella røktar-umlætting er slept, og ístaðin er tað meira kreativa við kvøldskúla og listarligum virksemið í breiðum høpi frammaliga. 

Orsøkin til at vit fingu ein nýggjan HF- og Studentaskúla i Marknagili, var partvís at nógvu næmingarnir ikki rúmaðust í Hoydølum, næst at bygninguin var í so ringum standi at tað ikki loysti seg at gera nakað við hann. Ilt er at siga um borgarstjórin Heðin Mortensen veit meira sum serkønur innan bygging enn bilmekanikari, men sambært kanning setta í verk av Landsverk í 2007 og útinnta av Teknologisk Institut, var niðurstøðan, at bygningurin var í so ringum standi, at tað ikki loysti seg at høvuðsumvæla hann. Og just tann niðurstøðan var orsøk til at Landsstýrið gjørdi av at byggja nýggjan skúla í Marknagili, og annars at fremja mest neyðugu ábøtur so skúlin kundi húsast í Hoydølum næstu 4-5 árini, til skúlin í Marknagili var liðugur.

Í ringum standi

 

Grundað frágreiðingina frá Teknologisk Institut um soppavøkstur í høvuðsbygninginum bað Landsverk í 2008 Dansk Bygningsanalyse A/S at gera frágreiðing um, hvar og hvussu umfatandi soppavøksturin var í bygninginum. Har varð mæt til: at skifta tekjuna, tetta útveggir og vindeygu, týna soppavøkstur, reingera við atliti til støðuna bygningurin var í, og at betra um inniluftina.

Fylgjandi vóru aðrar kanningar gjørdar av CO2 nøgd í skúlastovum, dálking frá bygningslutum og tilfari, eftirkannan av soppavøkstri, og annars hvussu næmngar og lærarar kendu møguligan ampa av inniluftini.

Borgarstjórin og fløkjurnar

Landsverrk og Teknologisk Institut komu til niðurstøðuna, at tað ikki loysti seg at høvuðsumvæla ella gera størri ábøtur og umvælingar á bygningin, meðan framúr fakliga kompetenti byggi- og planleggingarserkøni borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu veit alt betur enn øll onnur, sjálvandi. 

Visiónir og hugskot kosta ikki tað stóra, meðan illa umhugsaðar avgerðir kunnu kosta dýrt her og nú men sanniliga eisini fyri framtíðina, ið er just tað vit síggja hesa tíð, har eina skandalan fyri og onnur eftir kaga fram.

Nevnast kunnu einstøk dømi frá Karlamagnusarbreyt, parkeringshús í miðbúnum, kirkja á fríøki á Argjum, eitt Vágsbotn har Nólsoyarpáll er fjaldur á einum kletti í bátahylinum saman við Tivolikendari nýinnrætting, til eina á oman á gomlu Havnará, meðan toppurin av kleyvarskapi er staðseting av tjóðleikhúsi á bryggjuøki í Tórshavnar havn.

 

Tørvurin á havnarøki til komandi avbjóðingar við t.d. LNG ella LBG brennievni til skifaferðslu og flutning v.m. kemur at seta sera stór krøv til bæði vídd og ikki minni trygd. Men alt er sum vant hovsa-loysnir og eftir frummum hjá borgarstjóranum.

Tjóðleikhús kann sera væl staðsetast har gamli studentaskúlin var í Hoydølum. Har kann skipast eitt breitt fevnandi listaumhvørvið til langt flestu listagreinar, og við upplagda fríøkinum og tess gongugøtur til norður- og suðurpart av býnum. Bilstøðlaøki kunnu væl skipast og uttan at nerva eini nýbygd tjóðleikhús.

Vit hava ikki sum Keypmannahavn 45kilometur av bryggjukanti, og taka ikki sum Oslo ímóti 80 til 100 ferðafólka- og góðsskipum um vikuna.

At borgarstjórin ikki sær meira enn heldur bara seg sjálvan, og ikki hevur minsta skil fyri býarplanlegging ella bygging, kann fyri framtíðina koma at kosta dýrt og minka alsamt um trivnað og væl skipaðan bý og høvuðsstað.

Ger tað rætta

 

Flyt ætlaða tjóðleikhús har tað við skili kann tæna øllum áhugamálum, og skriva út av nýggjum norðurlendska arkitektakapping so vit fáa so gott úrslit sum yvirhøvur til ber. Norðurlandahúsið er gott dømi til sera væl eydnaða byggilist og staðsetingog eitt væl virkandi hús, og átti at verið tikið til eftirtektar hvussu slíkt fyri eitt tjóðleikhús kann og eigur at fremjast. 


Kári Thomsen