Flykrur

Nýggj bók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út sangbókina »Flykrur« eftir Andreas Andreasen. Hetta er triðja sangbókin í røðini hjá Andreas Andreasen. Hinar eru »100 sangir« og »Heiðaljóð«.

Í »Flykrum« eru 90 sangir og løg úr 30 ymiskum londum. Sangirnir eru umyrktir, so teir hóska til føroysk viðurskifti. Men nakrar av sangunum hevur Andreas Andreasen sjálvur yrkt.

»Flykrur« er 110 blaðsíður og kostar 70,- kr.