Flýddu til fjals

Ein maður var varðhaldsfongslaður tríggjar ferðir 24 tímar fyri at hava hótt fólk úti í Mykinesi.

 

Tað var sunnudagin, at løgreglan fekk eina fráboðan úr Mykinesi, at ein maður gekk ørur og mól. Í morgun møtti maðurin í grundlógaravhoyri.

 

Maðurin hevði slept seyði úr eini rætt, men tá fólk átalaðu hann fyri hetta, kom ilt í hann. Maðurin var fullur og fór at hótta fólk við morði og brandi.

 

Tá viðkomandi, sum ringdi á løgreglustøðina, fekk at vita, at tað fór at taka løgregluni eina løtu at koma út á oynna, vóru boðini, at tit muga koma nokk so skjótt, so hann ikki drepur nakran áðrenn.

 

Av tí at tað var sunnudagur og at løgreglan onga fasta manning hevur á oynni, tók tað nakað av tí, áðrenn løgreglan kom á oynna. Eitt korter til trý seinnapartin lendi tyrlan við servandum løgreglumonnum í Mykinesi og beint eftir klokkan trý varð maðurin handtikin.

 

Í húsunum, har maðurin varð handtikin, fann løgreglan tvær riflur, sum hon legði hald á.

 

Vitni greiddu frá, at hóttanirnar frá manninum vóru so ógvusligar, at tvey bygdarfólk rýmdu til fjals av ótta.

 

Maðurin noktaði seg sekan í øllum.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, bað um, at maðurin varð afturhildin í tríggjar ferðir 24 tímar, so at løgreglan kundi gera kanningararbeiði sítt liðugt, millum annað at avhoyra fleiri vitni og fáa fatur á teimum, sum rýmdu til fjals. 

 

Dómarin valdi at eftirlíka umbønini og lata mannin sita í varðhaldinum til hósdagin, so at løgreglan fær frið og stundir at gera kanningararbeiðið liðugt.