Flux til Grønlands


Í dag fer Prix Føroyar finalubólkurin Flux til Grønlends at leika


 


Bólkurin Flux er væl umtóktur og ungur tónleikabólkur. Bólkur hevur á øðrum sinni leikt seg í Prix Føroyar finaluna. Bólkurin er sermerktur, eisinitá umræður tað, ið nevnt verður image, fáir bólkar eri eins litríkir, og Flux..

Í dag far menninir í Flux til Grønlands at leika. Teir leika til ein festival í Aasiat, Nibiaafestival, og eisini aðrastaðir. Teir skulu millum annað leika við saman við bólkinum Chilli Friday, ið er sera kendur bólkur har á leiðum. Talan er um kanadiskar inuitar, ið mynda bólkin, ið er millum teir fremstu har á leið.

Flux fer at leggja dent á at spæla egið tilfar á ferðini. Tað eru grønlendingar, ið skipa fyri, í samstarvi við Norðurlandahúsið, ið eisini hevur stuðlað Flux við ferðini.

Flux koma aftur 17. apríl og sostatt í góðari tíð til Prix Føroyar finaluna leygardagin 21. apríl.