Flux í Støkkhøllini


Fimleikafelagið Støkk á Glyvrum hevur gjørt gerðabýti við rockbólkin Flux. Aftur fyri at spæla til dans í Støkkhøllini, sleppa teir at brúka hana til venjingarhøli

Gerðabýti

Glyvrum:
Hjálpir tú mær, hjálpi eg tær afturfyri, tykist vera setningurin, fimleikafelagið Støkk og rockbólkurin Flux arbeiða eftir. Leygarkvøldið skal fyrsta úrslitið av samstarvinum vísa seg.
Hans Marius Ziska sum spælir við Flux, sigur við Sosialin, at teir stóðu og manglaðu eitt venjingarhøli, tá teir fingu tilboð um at sleppa í Støkkhøllina at venja í móti at spæla regluliga til dans í høllini.
Á hendan hátt fingu teir loyst teirra egna hølistrupulleika, eins og teir kundu vera við til at skapa fimlekafelagnum nakrar inntøkur.
?Hvat lagt verður i regluligan dans, dugi eg ikki at siga akkurát, men einaferð um mánaðan enn kanska ikki so ofta, man vera á eini leið, heldur Hans Marius Ziska.
Hann sigur, at teir fara at leggja seg eftir at spæla slíkt, sum fólk kenna, tá teir fara at spæla til dans.
?Tað er annars ikki at spæla til dans, vit eru mest kendir fyri, sigur hann. Vit spæla vanliga rock, nýskapandi rock. Men okkum dámar best at spæla egnan tónleik, og tað kunnu vit best gera til konsertir og tílík høvi.
Tey høvini hevur Flux eisini havt, vísir hann á. Tvær feðrir hava teir verið við til Prix Føroyar finalur uttan tó at hava vunnið.
Tvær ferðir hava teir verið í Grønlandi og spælt. Teir hava vunnið POP TOP kappingina, eins og teir til dømis eisini hava luttikið á fleiri ólavsøkukonsertum.
Teir hava gørt nakað av egnum tónleiki, sigur Hans Marius. Okkurt hevur hann sjálvur gjørt einsamallur, meðan annað er gjørt í felag.
Fýra mans eru teir í orkestrinum. Í aldrinum 19 til 25 ár. Tríggir teirra hava spælt rímiliga leingi saman, meðan tann fjórði hevur verið heldur styttri uppií.