Síðstu ferð Flux vóru við á Prix finaluni blivu teir umtalaðir sum teir ungu evnaríku tónleikararnir, sum púra óvæntað komu víðari. Hesuferð bleiv eingin ovfarin av at síggja Flux kvalifisera seg, og hóast limirnir í bólkinum aftur eru teir yngstu tónleikararnir í finaluni, so hoyrir Flux til tey etableraðu nøvnini á finaluskránni.
Hvussu var tað at gerast kendir frá einum degi til annan í samband við Prix ?99?
? Eg haldi at tað bleiv eitt sindur ov nógv uppskrúvað, eftir at vit høvdu kvalifiserað okkum til finaluna. Vit blivu róstir langt upp um skýggini, hóast vit kanska ikki vóru so góðir kortini. Og vit blivu beinanvegin bidnir um at spæla til nøkur stór tiltøk, sum vit í veruleikanum ikki vóru klárir til. Men annars var tað bara stuttligt at fólk knappliga kendu til okkum.
Hvussu er Flux nú samanborið við Flux á síðstu Prix finaluni?
? Vit eru nógv betri. Vit spæla betri, tónleikurin er meira gjøgnumførdur, og løgini eru betri. Tónleikurin hjá okkum er blivin eitt sindur tyngri, men tað ljóðar enn sum Flux altíð hevur ljóðað.
Hvørjar vónir hava tit til finaluna?
? Um vit fáa eina topp 3 plasering, so verða vit øgiliga glaðir. Men tað sum vit nokk satsa mest uppá er at sleppa á ein festival at spæla. Vit hava eina trúgv uppá, at millum finalubólkarnar eru vit ein teimum av teimum bólkunum, sum hóska best til at spæla á festivalum uttanlands. Eg kundi fyristilla mær, at okkara tónleikur passar væl til tey ynskir, sum festivalarnir hava. Tí hava vit helst betri møguleika at fáa eina festivalframførslu burturúr finaluni enn at vinna hana.
Hvat fer at henda við Flux aftaná finaluna?
? Næsta projekt verður at geva eina fløgu út. Annars er ætlanin bara at halda fram við at spæla. Vónandi fáa vit høvi til at spæla eitt sindur uttan fyri Føroyar eisini.