Fluttur á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Løgreglan kannar eitt ferðsluóhapp í Sandoy í gjárkvøldið

Á midnátt fekk løgreglan boð um at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Sandoy, har ein maður hevði fingið skaða.

 

Tað var ein tilkomin maður ið kom koyrandi á prutli, men hann sá ikki ein bil, sum stóð parkeraður og tískil rendi hann á bilin aftanifrá. Løgreglan sigur, at stoyturin var so harður, at bakrúturin á bilinum brotnaði.

 

Maðurin vísti seg at hava fingið skaða í høvdið og tískil varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar og har liggur hann framvegis.

 

Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hví óhappið hendi. Tey halda at maðurin var í hjálmi, tí ein hjálmur lá á vegnum har óhappið hendi, og hann var brotin.