Ein 15 ára gamal drongur á Tvøroyri varð í nátt fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið, eftir at hann gjárkvøldið var fyri einum ferðsluóhappi.
Hesin drongurin og ein 16 ára gamal drongur stoyttu saman á hvør sínum prutli, og báðir duttu.
Teir vórðu fluttir á Suðuroyar Sjúkrahús, og í fyrsta umfari varð hildið, at teir vórðu slopnir við smásnuddum. Seinni vísti tað seg, at tann 15 ára gamli drongurin ikki var sloppin so lætt, og valt varð tí at flyta hann á Landssjúkrahúsið.