Fluttur fóðurflaki

Ein aliflaki av Gøtuvík er fluttur vestur í Vágar og verður lagdur út til aliringarnar suður úr Giljanesi

Alivinna

Sandavági:Ein stórur aliflaki er komin vestur í Vágar, har alistøðin Fútaklettur skal brúka hann sum fóðurflaka við aliringanar undir Prestlandinum.
Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti, sigur, at talan er um ein flaka, sum fluttur er av Gøtuvík vestur í Vágar.
Virksemið á Gøtuvík er í álvarsligari minking orsakað av staðfestari ILA sjúku har, so brúk er ikki fyri flakanum á Gøtuvík meira, sigur Atli Gregersen.
Tað hava verið tveri aliflakar á Gøtuvík, sigur Atli Gregesen. So tá nú virksemið fór at minka so munandi, varð gjørt av at flyta annan flakan vestur í Vágar. Allur fiskur á Gøtuvík skal takast, nú sjúka er staðfest.
Tað er tó als eingin vandi við at flyta ein brúktan aliflaka av Gøtuvík vestur í Vágar. Flutningurin er undir sera strongum eftirliti, sigur Atli Gregersen.
Flakin er fyrst sóttreinsaður væl og virðiliga í Gøtu. Síðan hevur hann verið á sleipistøð í Havn, har hann aftur er reinsaður og málaður uttan. Sostatt skuldi einki, sum eitur smitta yvirhøvur, verið á honum, sigur Atli Gregersen.
Alivinnan livir eitt strævið lív í løtuni, ásannar Atli Gregersen. ILA sjúkan er staðfest nógvastaðni, men hevur ikki fyri neyðini at vera nøkur rætitlig vanlukka kortini, sigur hann. Tað velst um, hvussu tíðliga hon verður staðfest, eftir at fiskurin er settur út. Er komið tætt at tøkutíð, er eingin trupulleki sum so, tí tá kann fiskurin brúkast. Tá er tað bara sjúkan og ikki prísurin, sum avger tíðina, tá tikið verður.
Verður hinvegin staðfest ILA skjótt eftir útseting, er verri vorðið., tí tá fæst einki fyri fiskin, sigur Atli Gregersen.