Fluttur dystur

Dysturin millum StÍF og Kyndil verður leiktur á Skála í kvøld

Fyrstu deildar dysturin millum StÍF og Kyndil, sum eftir ætlan skuldi verða leiktur leygardagin, er nú fluttur til í kvøld, mikukvøldið, klokkan 19.00.

Beint eftir hetta spæla aðru deildar liðini hjá somu feløgum.


Alt á einum stað

StÍF hevur sum kunnugt longu tryggjað sær bronsumerkini í landskappingini, og tískil er dysturin móti Kyndli uttan týdning fyri endaligu støðuna í landskappingini.

Bronsumerkini verða tó ikki handað á Skála mikukvøldið.

Ístaðin verða øll heiðursmerkini handað í Ítróttahøllini í Vestmanna, eftir at gulldysturin millum VÍF og Neistin er leiktur.