Fyri eini løtu síðani fekk løgreglan boð um, at ein motorsúkkla hevði koyrt út av á Eiðisskarði. Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið alt fyri eitt og førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan vit ikki, hvussu støðan er hjá honum, men hann hevði vit og tosaði við manningina á sjúkrabilunum. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi.
|