Fluttu heim til ta frísku luftina

Fyrr í ár fluttu Janus Kampmann og kona hansara Inga Greve Kampmann til Føroyar. Janus er grafikari, og Inga er útbúgvin innan kreativa kommunikatión á danska Medie- og Journalistháskúlanum.

 

- Tað besta við at flyta heim aftur til Føroyar er at hava ommu og abba tætt uppá, og samstundis ta heilt serstaka samanhaldið, sum føroyingar hava, sigur Janus Kampmann, sum saman við konuni er fluttur heim til Føroyar eftir mong ár í Keypmannahavn. 

 

Fyrr í ár fluttu Janus Kampmann og kona hansara Inga Greve Kampmann til Føroyar. Janus er grafikari, og Inga er útbúgvin innan kreativa kommunikatión á dansa Medie- og Journalistháskúlanum. 

 

- Sum teir flestu føroyingarnir, so hugsar man altíð um at flyta heim. Vit samanbóru fyrimunir og vansar við at búgva í Føroyum og í Danmark, og tá sonur okkara skuldi byrja í forskúla, var tíðin búgvin at flyta, sigur Janus Kampmann. 

 

- Tað er fantastiskt við tí frísku luftini í Føroyum, og tað, at føroyingar koma hvørjum øðrum við uppá ein heilt annað máta, sigur Janus Kampmann. 

 

Bæði hann og konan hava systkin í Danmark, og hetta er nakað tey fara at sakna. 

 

-Fyrst og fremst fara vit at sakna familju og vinfólk. Bæði eg og Inga hava systkin, ið búgva har og sum vit vóru nógv saman við. Og hóast vit ikki brúktu tey mongu tilboðini í Keypmannahavn og tað lætta og bíliga ferðasambandið til onnur lond, so kann tað hugsast, at vit viðhvørt fara at sakna tað, greiður Janus Kampmann frá. 

 

Eftir 12 ár í Danmark eru Janus og Inga sostatt flutt aftur til føroyska høvuðsstaðin.