Fluttu FM-róðurin til Norðoyastevnu

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya gekk leygardagin umbønini hjá Klaksvíkar Róðrarfelag um at flyta Norðoyastevnuróðurin til 5. juni á møti

Tað var eftir áheitan frá Klaksvíkar Róðrarfelag á aðalfundinum í fjør, at FM-róðurin á Norðoyastevnu var ásettur at verða tann 29. mai, men síðani er Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð komið eftir, at Norðoyastevna verður frá 4. til 6. juni. Víst verður á, at eftir siðvenju frá eina ferð í 30-unum er Norðoyastevna fyrsta vikuskifti í juni.
Formaðurin í Róðrarsambandinum, Jan Herman Hansen, mælti tó aðalfundinum til ikki at samtykkja at flyta róðurin, tí hetta var annað árið á rað, at klaksvíkingar høvdu boðað Róðrarsambandinum frá skeivari dagfesting, so róðurin mátti flytast. Helst ætlaði hann, at hetta skuldi verða ein lærupengi til klaksvíkingar.
Jórun Høgnesen, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, kærdi tó sína neyð fyri aðalfundinum, og dýraði, at hetta fór ikki at koma fyri aftur við henni sum forkvinnu, og at tey longu høvdu boðað frá, at Norðoyastevna verður fyrsta vikuskiftið í juni komandi ár, og at FM-róðurin verður tá eisini.
Aðalfundurin gekk umbønini á møti næstan einmælt – bert formaðurin atkvøddi móti.