Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár var 110 mió krónur hægri enn somu mánaðir í fjør. - Sær ein burtur frá skipum, var munurin 72 mió krónur ella 3%, sigur Hagstovan.
Víst verur á, at alivinnan hevur útflutt munandi meir av alifiski seinastu árini, og í ár er vøksturin meir enn eina kvart milliard krónur. Tað er ein vøkstur uppá 34% í virði og 30% í nøgd.
- Meðan ein stórur vøkstur er í útflutninginum av alifiski, er minking í serliga tveimum bólkum - botnfiskinum og fiskaúrdráttum.
Fyri botnfiskin er útflutningurin av upsa minkaður meir enn 120 mió í ár, meðan toskurin dregur nakað uppeftir. Har er útflutningurin vaksin góðar 40 mió. krónur.
Í bólkinum fiskaúrdráttir er minni útflutt av fiskamjøli. Stóri vøksturin í alivinnuni seinastu árini viðførur eisini størri fóðunýtslu, og fiskamjølið verður tí helst brúkt til fóðurframleiðslu í Føroyum, heldur enn at tað verður útflutt.