Fyrrapartin hevur Tyrlan hjá Atlantsflogi havt ikki minni enn tveir sjúkraflutningar. Teir vóru báðir av Sandoynni og tað gekk bæði skjótt og væl at fáa teir til Havnar.
Frá tí at MRCC gav tyrlumanningini boðini, vóru ikki meira enn níggju minuttir til tyrlan var á flogi.
Tað vísti seg so seinni at tað var ein sjúklingur úr Sandoy afturat, sum skuldi flytast við tyrluni, so hon fór suður aftur einaferð afturat.
MRCC sigur, at tað gekk minni enn ein tími til báðir sjúklingarnir vóru á Landssjúkrahúsinum.