Flutti mann av trolara til lands

Boð vóru fyrr í dag eftir tyrluni, tí ein maður var komin til skaða umborð á trolaranum Christian í Grótinum.


Tað var klokkan 13.43, at skiparin umborð á Christian í Grótinum ringdi til MRCC-støðina. Avgjørt varð alt fyri eitt at senda tyrluna og ein lækna út til trolaran, ið tá lá 110 fjórðingar eystanfyri flogvøllin.


45 minuttir eftir, at tyrlan varð boðsend, var hon úti hjá trolaranum, og stutt áðrenn klokkan 16 setti tyrlan seg uttanfyri Landssjúkrahúsið, har starvsfólk á sjúkrahúsinum tóku móti manninum.


Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir, at tey ikki vita hvussu álvarsom støðan er hjá manninum.