Í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Suðuroy, sum var so mikið álvarligt, at ein ung kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu.
Ein bilur við tveimum ungum kvinnum var á veg norðureftir, men á Porkerishálsi, beint við veðurstøðina hjá Landsverki, fór bilurin eystur av vegnum.
Tað vildi so illa til, at bilurin rakti ein stein og fór runt.
Onnur kvinnan, sum var í bilinum meiðslaði seg so mikið illa, at hon varð flutt á Landssjúkrahúsið við tyrluni, sigur løgreglan.