Gaza
-Vit fara ikki hiðani. Guð hevur givið okkum hetta landið, og vit vita, at hann fer at fremja eitt undur, so vit verða verandi her.
Tey mest víðgongdu niðursetufólkini hildu til tað seinasta, at Guð mundi fara at senda teimum hjálp, so tey sluppu at verða verandi í Gaza, men hjálpin kom ikki. Ístaðin fyri gingu ísraelskir hermenn hús úr húsi og bóðu húsfólkini fara um markið til Ísraels sum skjótast.
Í bygdunum Moarg og Kerem Atzmona settu ill niðursetufólk bingjur við burturkasti og viðabular á vegirnar fyri at steðga teimum ísraelsku hernaðarakførunum, men hermenninir ruddaðu vegirnar. Aðrastaðni savnaðust niðursetufólk í synagogum, men heldur ikki har fingu tey frið, tí hermenninir fóru inn í synagogurnar eftir teimum.
Summastaðni fóru niðursetufólk og hermenn til hendurs, og tað endaði við, at nógv niðursetufólk vórðu tikin. Harumframt eru umleið 800 mótmælisfólk tikin. Hetta eru fólk frá ísraelska høgravonginum, sum vóru komin til Gaza at forða herinum at flyta niðursetufólkini burtur.
Útlendskir eygleiðarar í Ísrael siga, at burturflytingin úr Gaza hevur nógv støri áhuga uttanlands enn í sjálvum Ísrael. Eitt danskt sjónvarpslið var fyrradagin í Tel Aviv og spurdi fólk, hvat tey hildu um burturflytingina, men tey flestu svaraðu, at tey hugsaðu als ikki um tað.