Flutningur av seyði avmarkaður

Eingin kann flyta seyð millum tveir hagapartar, uttan at landsdjóralæknin hevur givið loyvi til tess. Tað er størsta broytingin í nýggju og skerpaðu kunngerðini um flutning av kleyvdýrum

 

Tann 24. august setti landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm eina nýggja kunngerð um flutning av kleyvdýrum í gildi.

Kunngerðin er skerpað samanborið við tað gomlu. Higartil hevur einasta avmarkingin verið, at fólk ikki hava kunnað flutt seyð og onnur kleyvdýr millum oyggjar, og eingin forðing hevur verið fyri at flyta djór millum somu hagapartar á somu oyggj.

Nýggja kunngerðin sigur, at kleyvdýr ikki skulu flytast millum dýrahald, hagapartar og millum oyggjar, uttan at djóralæknin hevur givið flutningsloyvi. T.v.s. at djórið skal kannast og hava eina læknaváttan um, at tað ikki ber nakra smittu við sær.

? Herðingin av lógini er neyðug fyri at minka um smittuvandan og fyri at hava tamarhald á flutninginum av djórum. Summar oyggjar eru rættiliga stórar, og fríur flutningur av djórum økir munandi um smittuvandan, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni, um nýggju kunngerðina.

Henda nýggja kunngerðin er komin fyri tær gomlu kunngerðirnar um ridluskriða, men henda er meira umfevnandi. Kunngerðin er sett í gildi í sambandi við nýggju djórasjúkulógina.


Undantók

Tó eru nøkur undantøk í kunngerðini. Loyvt er at flyta seyð og neyt til heimaslakt uttan loyvi, og tað er heldur eingin forðing fyri at flyta djór til sláturvirkið í Hósvík. Hesi undantøk vórðu tikin við, eftir at kunngerðin hevði verið til hoyringar hjá bóndafelagnum, áðrenn hon varð sett í gildi.

Heldur eingin forðing er fyri at reka seyð úr einum hagaparti ígjøgnum ein annan til rættina, um hon liggur soleiðis fyri.


Hagapartar latnir upp

Nýggja kunngerðin sigur eisini, at tað als ikki er loyvi at flyta djór úr hagapørtum, har tekin eru um smittandi sjúku. Nú er tó eitt áramál sett á, nær hagaparturin verður latin uppaftur.

Kunngerðin sigur, at tað ikki er loyvt at flyta seyð frá hagaparti, har klinisk tekin um ridluskriða hava verið seinastu 3 árini. Eftir trimum árum er hagaparturin tó latin uppaftur.

? Eftir gomlu kunngerðini vóru fleiri hagapartar, sum vóru stongdir vegna ridluskriða. Nú verða teir latnir uppaftur, um eingi tekin um sjúkuna hava verið seinastu trý árini, sigur Bjørn Harlou.

Nakrir hagapartar hava verið stongdir í 10-15 ár, hóast eingi tekin um sjúkuna hava verið at síggja. Hesir verða nú latnir uppaftur sambært nýggju kunngerðini. Tað hava verið eini 70-80 hagapartar, sum hava verið stongdir, men teir flestu sleppa nú undan stongsli.

? Fyri at sleppa undan tí støðu, at nakrir hagapartar eru stongdir í 15 ár, so hava vit sett hetta áramálið á, sigur landsdjóralæknin.


Fleiri reglur á veg

Bjørn Harlou leggur afturat, at í løtuni verða fleiri kanningar gjørdar í sambandi við ridluskriða. Tí kunnu vit vænta okkum fleiri reglur og kunngerðir, sum hava til endamáls at fyribyrgja ridluskriða.

Henda nýggja kunngerðin skal byrgja sjúkuni inni, men komandi kunngerðir skulu úrslita í at beina fyri sjúkuni.