Flutningur av heilivági darvaður

Hóast Apotekið hevur fingið undantaksloyvi at flyta heilivág, so kann tað væntast, at fara at verða trupult at flyta heilivágin til tær smærru bygdirnar, tí nú er brennievni av álvara farið at ganga undan hjá Postverkbilunum, sum vanliga flyta heilivágin

Frá Apotekinum verður sagt, at tað hevur ikki verið nakar trupulleiki at flyta heilivágin, tí tey hava fingið undantaksloyvi. Sostatt verður heilivágur fluttur við strandferðsluni til eitt nú Suðuroyar og Norðoyggjar. Men so er tað upp til støðini sjálvi at syrgja fyri, at heilivágurin kemur fram til rætta stað.
Men nú hevur ein annar trupulleiki stungið seg upp, sum ger, at heilivágurin óbeinleiðis verður raktur av verkfallinum kortini. Vanliga flytur Postverkið heilivágin út til smábygdirnar, men nú er dieseloljan við at verða uppi hjá teimum, so ikki er greitt, hvussu longi bilarnir fara at koyra afturat.
Jonna Hansen, apotekari á Tjaldurs Apoteki, sigur, at tað verður ein fundur millum postverkið og apotekið, har tað fer at verða greitt, hvussu longi afturat, tað fer at bera til at flyta heilivágin.
? Vit hava nóg mikið av heilivági, og apotekið koyrir sum vanligt, men tað er flutningurin, sum fer at geva okkum trupulleikar, so soleiðis koma vit at merkja verkfallið hóast alt, sigur hon.
Hon sigur eisini, at um so verður, at Postverkið hevur nóg mikið til at koyra heilivágin út, so kann tað framvegis fara at gerast ein trupulleiki, tí tað verður bert koyrt til eitt nú deildina í Runavík. So mugu fólk frá hinum bygdunum har um leiðir sjálvi avheinta tað har. Og soleiðis verður eisini aðrastaðni í landinum.
? Og hvussu skulu tey so kunna tað, um tey onki bensin ella diesel hava eftir, spyr Jonna Hansen. So tað verða smábygdirnar fyrst og fremst, sum fara at merkja tað.
Sum sagt so hevur heilivágur fingið undantaksloyvi, og tað hevur somuleiðis við sær, at tað verður vaskað í avgreiðslunum tveir tímar um dagin.
? Apotekið koyrir sostatt sum vanligt, men vit fara helst at fáa trupulleikar við flutninginum, sigur Jonna Hansen, apotekari.