Flutningsfyritøkan OCD frá 1949 er í dag seld.
Smyril Line Cargo hevur keypt fyritøkuna, sum seinastu 20 árini hevur koyrt fast fyri Smyril Line
Í fyritøkuni starvast 18 fólk fast, og tey verða øll søgd úr starvi, men verða samstundis boðin nýtt starv hjá Smyril Line.
-Smyril Line fær, við at keypa OCD, tryggja, at vit framhaldandi hava tamarhald á stórum parti av virðisketuni og soleiðis tryggja at kundin framhaldandi fær somu framúr góðu tænastu, sum OCD er kend fyri .Við yvirtøkuni, fer Smyril Line framyvir, at miðsavna koyringina í bæði í Føroyum og Íslandi samstundis sum farið verður undir at styrkja samstarvið millum OCD og Smyril Line enn meira, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
-Yvirtøkan av OCD er ein lutur í stremban okkara eftir at vera fyritrekti flutningsveitari í Norðuratlantshavinum, leggur hann afturat.
Símin Danielsen heldur fram sum stjóri í OCD.
Handilin er treytaður av, at Kappingareftirlitið góoðkennir hann.