Flutningsfeløg vilja hava almennan Eysturoyartunnil

- Eysturoyartunnilin skal vera almennur.

Tað halda tvey av teimum stóru flutningsfeløgunum í landinum.

Bæði Faroe Ship, sum helst er størsta flutningsfelag í landinum, og Norlink, mæla avgjørt til, at Eysturoyartunnilin verður almennur. 

 

Tað, sum er avgerandi fyri tey, er, at gjaldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, verður so lágt, sum gjørligt.

 

Og tey eru sannførd um, at tað endamálið kann bara tryggjast við einum almennum tunli.

 

Nú ætlanin er at gera Eysturoyartunnilin hevur nógv prát snúð seg um, hvussu nógv tað fer at koyra ígjøgnum tunnilin. Í hesum sambandi hevur verið ført fram, at ein privatur tunnil fer at vera munandi dýrari at koyra ígjøgnum enn ein almennur tunnil.

 

Vit hava spurt onkrar av teimum stóru flutningsfyritøkunum, hvønn týdning, tunnilsgjaldið hevur fyri tey.

 

Tey eru samd um, at tað hevur stóran týdning, at tunnilsgjaldið verður so lágt, sum gjørligt.

 

- Bummgjaldið skal vera so lágt, sum gjørligt, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sum helst er tann vinnufyritøka, sum hevur landsins størsta flota av farmabilum av ymsum slagi, og sum sostatt eisini verður tað felagið, sum kann væntast at brúka Eysturoyartunnil eina mest –kanska allarmest av øllum.

 

Hon leggur afturat, at eftir tí, sum er komið fram, verður bummgjaldið munandi bíligari við einum almennum tunli enn við einum privatum tunli.

- Tí mæla vit til, at tunnilin verður almennur, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at bæði fyri tey í Faroe Ship, og fyri vinnu sum heild, hevur tað avgerðandi týdning, at bummgjaldið verður so lágt, sum gjørligt.

 

- Eftir tí, sum er komið fram, er lítil og ongin trygd fyri, at eitt privat felag fer at leggja bummgjaldið so lágt, sum gjørligt og tað er ómetaliga órógvandi, heldur Jóhanna á Bergi.

 

Hon staðfestir, at eitt privat felag fer sjálvandi at seta prísin so høgt sum gjørligt fyri at skapa so nógvan vinning, sum gjørligt.

 

Men í einum almennum tunli kann prísurin setast so lágt, sum gjørligt, samstundis sum at hann alsamt kann lækkast, so hvørt ráðini vera til tað.

 

- Tað hava vit sæð í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, har vit hava verið rættiliga væl nøgd við prísin, og har prísirnir eru alsamt lækkaðir, so hvørt ráðini hava verið til tað.

 

Stjórin í Faroe Ship sigur, at eftir tí, sum er komið fram higartil, føla tey eg øgiliga ótrygg við at tað verður eitt privat felag, sum fer at reka tunnilin.

 

Tí hevur Vinnuhúsið eisini mælt til landið tryggjar sær, at bummgjaldið verður so bíligt, sum gjørligt, og eftir tí, sum er komið fram higartil, verður bummgjaldið í einum almennum tunli munandi bíligari enn í einum privatum tunli.

- Tað sjónarmiðið taka vit undir við, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Hon heldur lítið um páhaldið um, verður tað ov dýrt at brúka tunnilin, fara fyritøkur og privatfólk bara a koyra eftir í gamla vegnum ístaðin.

- Eg haldi, at tá ið ein so stór útbygging verður gjørd, eiga vit at fara eftir tí bestu loysnini. Sjálvandi er ein lítil sparing betri enn ongin sparing, men tá ein so stór verkætlan verður gjørd, eiga vit at gera tað bestu loysnina.

 

Hon vísir eisini á, at sum støðan er nú, knípur tað alvorliga at halda vegirnir, sum væl, sum teir eiga at vera hildnir.

 

Og hon hevur rætt og slætt ikki álit á, at gamli vegurin fer at vera hildin nógv væl, tá ið ein tunnil er komin.

 

- Tí vænti eg , at í roynd og veru fara vit ikki at hava tveir veruligar vælmøguleikar, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Jóhann Simonsen, stjóri í einum øðrum stórum flutningsfelag, Norlink, er samdur.

 

Hann heldur, at bummgjaldið hevur stóran týdning og hann heldur eisini, at ein slík verkætlan eigur at vera almenn.

 

- Eitt privat felag fer bara at hugsa um at fáa so stóran vinning, sum gjørligt, men í einum almennum tunli kann prísurin lækkast, so hvørt ráðini eru til tað.

Tað hava vit sæð í teimum báðum undirsjóvartunlunum, vit hava, sigur hann.

 

Hann hevur prísurin bara gingið ein  veg og tað er niðureftir.

 

- Tað kunnu vit ikki vænta, at eitt privat tunnilsfelag fer at gera, leggur afturat.

 

- Tað er ikki alt, sum tað er hóskandi at hava á privatum hondum og vit mæla avgjørt til, at Eysturoyartunnilin verður almennur, sigur hann.

 

Eisini hann stúrir fyri, at er tunnilin fyrst komin, fara ikki so nógvir pengar at verða brúktir upp á at halda gomlu vegirnar.

 

Á OCD, sum er ein onnur stór flutningsfyritøka, hava tey ikki gjørt sær teir stóru tankarnar um hetta, men har vænta tey, at tey fara at brúka tunnilin, tí talan verður altíð um eina sparing.

 

Á heilssøluni hjá Poul Hansen hava tey heldur ikki hugsað so nógv um, antin tunnilin skal vera almennur ella privatur. Men tey leggja afturat, at tað hevur stóran týdning, at bummgjaldið er so lágt, sum gjørligt.