Flúgvingin útsett til í kvøld

Kavin argar sjálvandi eisini flúgvingina til og úr Føroyum.

Kavin argar sjálvandi eisini flúgvingina til og úr Føroyum. Morgunflogfarið úr Keypmannahavn fekk ikki lent og er farið til Keflavíkar.

 

Allar fráferðirnar í dag eru fyribils útsettar til eftir klokkan 18.00, meðan flogfarið úr Keypmannahavn seinnapartin og tað, ið fór til Keflavíkar í morgun, væntast í Vágar, tá veðrið batnar.

 

Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflog, sigur, at sum nú er, er ikki flúgvandi.

- Tað kavar her vesturi og vøllurin er undir í kava. Ruddingartoymið bíðar, til ælið er av, áðrenn teir fara at rudda, so vit mugu eisini bíða, sigur hann.

 

Annars sigur hann, at tað letur til at klárna í júst nú, so kanska verður vøllurin ruddaður skjótt.

- Eitt flogfar úr Vágum er á veg og vónandi fær tað sett seg, um tað nú veruliga klárnar í. Hitt flogfarið er í Keflavík, og haðani er einans ein tími til Føroya, so teir standa bara og bíða, sigur Rasmus Niclasen.

 

Rasmus Niclasen sigur, at allar fráferðir eru útsettar til eftir klokkan 18.00. 

- Nú er trupulleikin, at tað er sera torført hjá fólkum yvirhøvur at koma vestur á flogvøllin. Tí verða vit noyddir at útseta, hóast flogførini kanska megna at seta seg seinnapartin, sigur Rasmus Niclasen.

 

Myndir: Send okkum kavamyndir á kavi@in.fo.