Í Suðuroynni hevur, eins og í aðrastaðini í landinum, verið nógvur vindur í dag.
Á Porkerishálsi hava hvirlurnar verið um 50 m/s í dag.
Í Vági hava nakrir smærri stormskaðar verð fráboðaðir.
Á skúlalagnum í Vágs Skúla liggur eitt teppi av graslíki. Í hvirlunum í dag lyfti teppið seg, og fór út eftir og legði seg á stakittið kring skúlalagið. Stakittið brotnaði undan tunga teppinum, men tíbetur vóru børn ikki í skúla, og ongin lá undir flúgvandi teppinum.