Tað eydnaðist NASA at seta kanningarakfarið Curiosity á Mars við einari serligari rakettskipan. Men til meiri umfatandi kanningar krevst væl tyngri útgerð, og hon krevur eina heilt aðra lendingarskipan.
Nú hevur NASA so ment ein rúmdarskip, ið líkist einum borðiski, og tær fyrstu royndirnar við farinum byrja nú. Gongst sum ætlað, skal eitt far av hesum slagnum til Mars um nøkur ár við granskingarútgerð.
Tað nýggja farið hevur fingið navnið "Keiki o ka honua". Navnið er úr upprunamálinum á Hawaii og merkir "Drongur frá Jørðini".
Leiðslan í NASA ásannar, at stovnurin brúkar framvegis tøkni, sum bleiv ment fyri 40 árum síðani, men at tørvur er á nýskapan nú.
-Vit hava brúkt teir somu fallskíggjarnar í fleiri áratíggju. Men vit hava ásannað, at skulu vit seta fólk á Mars, noyðast vit at menna nýggja tøkni, og úrslitið er ein far, ið er líkt einum borðiski, sigur NASA.










