Mjørkin í Vágum hevur ávirkað fleiri enn 1000 fólk, sum ikki eru sloppin av landinuim ella til landið. Men nú verður so ein fráferð til Keypmannahavnar í nátt.
– Vit hava ikki viljað biðið fólk koma vestur í Vágar, tí tað var so óvist við hesi fráferðini. Men vit hava biðið fólk hildið seg kunnaðan á heiamsíðuni. Men nú verður so ein fráferð til Keypmannahavnar klokkan 03 í nátt, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog.
Tað eru ferðafólkini, sum skuldu við RC 456 og RC 462, skulu við flogfarinum, sum altso fer úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan 03 í nátt.
Hetta flogfar kallast nú RC 1456.