Novembermánaði var góður hjá Atlantic Airways, tí 17.000 ferðandi flugu við tjóðarflogfelagnum í november í ár, og tað er 21 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er vøksturin 13 prosent í ferðafólkatalinum tilsamans, sammett við januar-november 2014.
Flogfelagið skrivar, at góða gongdin í ferðafólkatalinum hevur hildið á alt árið.
– Tíðarskeiðið januar til november í ár flugu tilsamans 250.700 ferðafólk á rutunetinum hjá føroyska flogfelagnum, og tað er 13 prosent meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, tá ið 221.800 ferðandi flugu við Atlantic Airways, skrivar felagið.
Stundvísið við fráferðir – tað er tá seinking minni enn 15 minuttir – var 87 prosentum av øllum fráferðum.
Tíðarskeiðið frá januar til november 2015 varð flogið rættstundis í 85 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 3 prosentstig betri, sammett við sama tíðarskeið í 2014.









