Flúgva aftur við fullari megi í morgin

Skaðin, sum koma á flogfarið hjá Atlantic Airways fríggjadagin, tá flogfarið fleyg í ein fuglaflokk, er umsíðir umvældur.

Skaðin, sum koma á flogfarið hjá Atlantic Airways fríggjadagin, tá flogfarið fleyg í ein fuglaflokk, er umsíðir umvældur.

 

Frá í morgin at rokna vænta tey hjá Atlantsflog aftur at flúgva við fullari megi.

 

Tey siga seg harmast um tann ampa, sum hetta hevur givið ferðafólkum og takka fyri vælviljan, sum felagið hevur møtt.

 

Meðan annað Airbus-flogfarið hevur staðið í Keypmannahavn, hevur Atlantsflog bara havt eitt Airbusflogfar á flogi á danmarkarrutuni.

 

Atlantsflog hevur trý flogfør, tvey Airbus og eitt av teimum gomlu RJ-100. Triðja Airbusflogfarið er leigað út til íslendska Wowair.