Flúgva aftur til og úr í Heathrow eftir eldsbruna

Heathrow flogvøllurin í London vónar at vera fult virkin frá leygardegnum eftir at øll flúgving varð steðgað.

Yvirgangskommandoin hjá løgregluni í London stendur á odda fyri kanningini av eldsbrunanum á einari støð nærhendis Heathrow. Hetta tí, at eldurin hendi tætt við Heathrow og at hann hevur havt stóra ávirkan á kritiskt infrakervi, hevur talsmaðurin sagt. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Flogið verður aftur til og frá Heathrow flogvøllin í London, eftir at eldur gjørdi, at øll flúgving til og frá flogvøllinum varð steðgað.

Hesum boðaði flogvøllurin frá á sosiala miðlinum X tíðliga í kvøld.

Eldurin kyknaði hóskvøldið í einari støð í Hayes nærhendis Heathrow.

Flogvøllurin vónar at vera fult virkin frá í morgin.

- Okkara raðfesting er framvegis trygdin hjá okkara ferðafólkum og teimum, sum arbeiða á flogvøllinum. Vit biðja um umbering fyri ómakin, sum stendst av hesi hending, skrivar flogvøllurin.

Ferðafólk verða biðin um at halda seg burtur frá flogvøllinum, um ikki teirra flogfelag hevur hevur givið teimum onnur boð.

Heathrow er tann flogvøllurin í Evropa við flestum ferðafólkum - og nummar fimtan í øllum heiminum, sambært Reuters.

Stjórin í British Airways, Sean Doyle, hevur upplýst, at støðan á Heathrow flogvøllinum var "óvanlig", og at hann ikki hevur sæð ein stongsul á tí støðinum í nógv ár. Tað skrivar Reuters.

Flogfelagið hevur boðað frá, at tað hevur fingið loyvi at senda átta langferðaflúgvingar í luftina, og at ferðafólk aftur kundu stevna á flogvøllin frá klokkan 17. Hetta skrivar BBC.

Reuters hevur áður skrivað, at tað vóru 1.351 rutuflúgvingar til og frá Heathrow á skrá í dag. Væntað varð, at upp til 291.000 ferðafólk vóru farin um flogvøllin.

Flogvøllurin boðaði tíðliga í dag frá, at hann upplivdi munandi streymslit orsakað av eldinum.

 

##med2##

Seinnapartin fríggjadagin skrivaði Sky News, at tað sá út til, at streymurin var komin aftur til Terminal 4, sum saman við Terminal 2 á flogvøllinum hevði verið uttan streym.

Harumframt skrivaðu fjølmiðlarnir, at ljósini aftur vóru tendrað í høvuðsbygninginum, og at lyfturnar koyrdu aftur í fleirhæddaða parkeringsøkinum.

Í morgun boðaði sløkkiliðið í London frá, at tamarhald er á eldinum og tamarhald er á.

Yvirgangskommandoin hjá løgregluni í London stendur á odda fyri kanningini av eldsbrunanum.

Tað sigur ein talsmaður fyri The Metropolitan Police - løgregluna í London-økinum - sambært Reuters og The Guardian.

Orsøkin er, at eldurin hendi tætt við Heathrow og at hann hevur havt stóra ávirkan á kritiskt infrakervi, leggur fráboðanin afturat.

 

/Ritzau

 

Yvirgangskommandoin hjá løgregluni í London stendur á odda fyri kanningini av eldsbrunanum á einari støð nærhendis Heathrow. Hetta tí, at eldurin hendi tætt við Heathrow og at hann hevur havt stóra ávirkan á kritiskt infrakervi, hevur talsmaðurin sagt. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Hóskvøldið kom eldur á eina støð í Hayes nærhendis Heathrow. Hetta hevði við sær, at øll flúgving til og frá enska flogvøllinum, sum er flogvøllurin við felstum ferðafólkum í Evropa, varð stongd. - Mynd: Kin Cheung/Ritzau Scanpix