Atlantsflog fer aftur á flog í morgun. Nú er avbjóðingin at fáa ferðafólk á flogvøllin.
Floglíkindi eru góð, og vøllurin er grivin.
Atlantsflog boðar frá, at RC1450 – ið er RC450 og RC432 frá í gjár, væntast at fara úr Vágum klokkan 9:30.
Enn er ikki greitt, hvussu verður við flúgvingini restina av degnum, men nærri boð um tað fáast klokkan 10, sigur Atlantsflog.










