Floytunæmingar spældu fyri floytusnillingi

Konsertfelagið og Tórshavnar Musikkskúli skipaðu vikuskiftið 26.-28. august fyri skeiði, har danski floytusnillingurin Toke Lund Christensen gav føroyskum floytunæmingum frálæru í floytuspæli.

Sunnudagin 28. august var floytukonsert í Læraraskúlahøllini. har kendi danski floytuleikarin Toke Lund Christiansen og næmingar á Musikkskúlanum framførdu. Konsertin var endin á einum sera gevandi skeiði, sum Toke Lund Christiansen hevði við føroyskum musikkskúla næmingum.
Á konsertini í Læraraskúlahøllini, vístu næmingar og lærarar, hvat tey høvdu fingið burturúr. Toke greiddi áhoyrarafjøldini frá um verkini, ið vórðu spæld, og fortaldi onkra stuttliga søgu. Áhoyrararnir høvdu eina góða og sera hugnaliga løtu í Læraraskúlahøllini.
 
Kendur lærari
Toke Lund Christiansen starvast sum solofloytuleikari í Danmarks Radios Symfoniorkester og sum lærari í Kongaliga danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur júst verið á konsertferð í Føroyum saman við klaverleikaranum Elisabeth Westenholzt. Tey hava havt konsertir á Eiði og í Tórshavn.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spældu fyri Toke
Á skeiðnum, ið varð hildið á musikkskúlanum á Frúutrøð spældu næmingar fyri Toke, einsamallir, við klaverfylgispæli og í bólki. Hettar er ein stór avbjóðing fyri næmingarnar og greitt var eisini beinanvegin at næmingunum dámdi væl at spæla fyri hesum kenda floytuleikaranum.
Hetta skeið er komið í lag í samstarvið millum Konsertfelagið og Tórshavnar Musikkskúli. Hetta er partur av einum nýggjum tátti, har føroyskir tónleikanæmingar sleppa at spæla fyri kendum instrumentalistum úti úr heimi.
Fólk ið vitja land okkara í konsertørindum, undirvísa gleðiliga næmingunum á Musikkskúlanum, og tað er at fegnast um, at hettar samarbeiðið millum Konsertfelagið og Tórshavnar Musikkskúla er fingið í lag til gagns fyri tónleikaútbúgvingina í Føroyum. Tí hetta eru sera mennandi avbjóðingar fyri næmingarnar.