2. og 3. november verður floytu- og hornmatiné í Miðvágs- og Havnar Kirkju. Í Miðvágs Kirkju verður konsertin 2. november kl. 20.00, og í Havnar Kirkju leygardagin kl. 11.30.
Talan er um eina konsert við 5 ungum kvinnum, sum av áhuga hava tikið stig til at spæla eina klassiska blásarakonsert saman. Tær kennast, heilt frá barni av, úr musikkskúlaumhvørvinum, og hava spælt saman í fleiri ymiskum blásiorkestrum. Súsanna Joensen og Katrin Jørgensen eru ættaðar av Vatnsoyrum og úr Miðvági, og hava tær báðar nomið sær tónleikaútbúgving uttanlands. Hinar eru úr Havnini, Una Christaiansen, Durita Jóansdóttir og Valborg Joensen, og við teimum á klaverfylgispæli er Birgitte Schnakenburg úr Danmark.
Skráin er fjølbroytt og samansett av eldri og nýggjari tónleiki. Floytuspælarar eru Súsanna Joensen, Durita Lamhauge Jóansdóttir, Valborg Joensen og Una Christiansen. Katrin Jørgensen spælir á alt-horn.










