Floytandi áskoðarar

Fronsku viðhaldsfólkini vóru alt annað enn nøgd, eftir at Frakland og Rumenia spældu higar til keðiligasta dystin í EM

Fótbóltur

 

Tá óttin at tapa gerst størri enn viljin at vinna, verður talan sjáldan um nakra stóra fótbóltsuppliving.

Og tað varð tað heldur ikki í Zürich, tá Frakland og Rumenia hittust í fyrsta dystinum í deyðsbólkinum, sum bólkur C verður róptur.

Tá 90 minuttir vóru spældir, stóð framvegis 0-0 á talvuni, og tað vóru tað fá, sum veruliga kundu mótmæla. Sæð burtur frá einstøkum vandamiklum deyðsbóltsstøðum og onkrari hissini skotroynd, so hendi ikki tað heilt stóra í dystinum. Mest øsand løturnar vóru helst, tá dómarin fýra ferðir valdi at brúka gula kortið.

Báðir partar vildu fyri alt í verðini sleppa undan at tapa fyrsta dystin, og sum so kunnu liðini væl vera nøgd um javnleikin. Men tað vóru áskoðararnir so ikki, og tað kom ljódliga fram, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.